Tórur

Tórur er torugudur og sterkastur av øllum ásunum. Tá hann spennir sítt styrkibelti, megingjørðina um miðjuna, verður hann uppaftur sterkari. Geitarbukkarnir Tanngjóstur og Tanngrísnir draga vognin, tá hann fer koyrandi eftir himmalhválvinum og reiggar við hamaranum, so toran buldrar og snarljósini neista. Besta vápnið hjá Tóri - og øllum Ásgarði - er hamarin Mjølnir, sum altíð kemur aftur. Foreldrini hjá honum eru Óðin og Jørð. Tórur er giftur við Siv, og tey eiga børnini Móða, Magna og Trúð. Garðurin hjá Tóri og Siv eitur Trúðvangur og stóru húsini við teimum 540 rúmunum eita Bilskírnir. Tórsdagur, sum suðuroyingar siga, er uppkallaður eftir Tóri, og tað er okkara høvuðsstaður, Tórshavn, sjálvsagt eisini. Hóast Óðin er hægstur av ásunum, so er Tórur helst tann, sum hevur verið best umtóktur.

Next
Next

Siv